Bistro 1. Hædd

Nú summarið er ávegis, styttist til vit lata upp aftur tann 15. mai. Tó ber til at bíleggja borð hjá Katrinu Christiansen her.

Matskráin

Aperitif

Palmer & Co Champagne brut / Eitt glas 169,-

Gin & Tonic / 135,-

Becker Cremant d'Alsace / Eitt glas 89,-


Vel millum:

Høvuðsrættur / 275,-
2 rættir / 375,-
3 rættir / 445,-


Forrættir

Krem Ninon - Grønertrasuppa við brúsandi víni

Laksatatar við mango, edamamebønum, gomadressingi og tarasalati

Lambsterrina við rabarbum & salati


Høvuðsrættir

Risotto við soppum & parmesan

Toskanakki við ertrafrançaise, beurre blanc & eplamorli

Linguini við jómfrúhummara, sólturkaðum tomatum, fenniku, hvítleyki, kili og persillu

Boeuf Bourguignon - franskur grýturættur við neytakjøti.
Vel ímillum eplamorl við rótfruktum og kips

Neytalundir við grønum aspargus, mergi, grønum bønum & soppasós +75,- 
Vel ímillum eplamorl við rótfruktum og kips


Omaná

Flamberaðar crêpes suzettes við appilsinsós og mandlum, borðreiddar við vaniljuísi

Fronsk súreplaterta við vaniljuísi

Vegansk tofu-sjokulátamousse


Bílegg borð

Søgan um Bistro 1. Hædd

Síðani 1951 hevur matstovan á Hotel Hafnia haft skiftandi virksemi. 

Bistro 1. Hædd fer at vera ein matstova, sum raðfestir gestablídni, tænastu og góðan mat í hugnaligum og søguligum umhvørvi.

Søgurnar í matstovuni og hotellinum eru nógvar. Vit hoyra ofta gestir greiða frá, at ein abbi, langomma ella kanska ein gubbi ella gumma hava starvast á Hafnia í gomlum døgum.

Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomin í nýggju matstovu okkara, har vit eru farin aftur í 60’ini við einum modernaðum twisti.

Les meira
.

Upp- & afturlatingartíðir

Mánadag til hósdag: 17.30 – 21.30
Fríggjadag: Stóra Fiskaborðið 17:30-21:30 (frá 21. juni til 23. august)
Leygardag: 17.30 – 22.00
Sunnudag: Stongt