Bistro 1. Hædd

Nú summarið er ávegis, styttist til vit lata upp aftur tann 15. mai. Tó ber til at bíleggja borð hjá Katrinu Christiansen her.

Søgan um Bistro 1. Hædd

Síðani 1951 hevur matstovan á Hotel Hafnia haft skiftandi virksemi. 

Bistro 1. Hædd fer at vera ein matstova, sum raðfestir gestablídni, tænastu og góðan mat í hugnaligum og søguligum umhvørvi.

Søgurnar í matstovuni og hotellinum eru nógvar. Vit hoyra ofta gestir greiða frá, at ein abbi, langomma ella kanska ein gubbi ella gumma hava starvast á Hafnia í gomlum døgum.

Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomin í nýggju matstovu okkara, har vit eru farin aftur í 60’ini við einum modernaðum twisti.

Les meira
.

Upp- & afturlatingartíðir

Mánadag til hósdag: 17.30 – 21.30
Fríggjadag: Stóra Fiskaborðið 17:30-21:30 (til 25. august)
Leygardag: 17.30 – 22.00
Sunnudag: Stongt