Tá Hotel Hafnia lat dyrnar upp í 1951, høvdu gestirnir fyrstu árini atgongd til ein tekøk, har teir kundu matgera sjálvir. Gestirnir tá vóru mest fólk av bygd, ið gingu í skúla í Havn, ella fólk ið komu til Havnar í eitt nú læknaørindum.

Sum árini liðu, broyttist og mentist matstovuvirksemi. Tá Johan Restorff í 1961 kom heim aftaná lokna útbúgving í Danmark, hevði hann fingið nógvan íblástur, og matstovuvirksemi á Hafnia broyttist.

Í fleiri ár var nátturðin tríggir rættir. Fyrsti rættur var ein breyðbiti við smøri uppi á við antin marineraðari sild ella kryddsild, næsti rættur var ein flógvur rættur sum t.d. biksumatur, triðji rættur var typiskt 3 stk. av breyði við roastbeef, livurpostei, rullupylsu ella skinku.

Aftaná hettar kom a la carte-tíðin við búffum og wienarsnitslum. Seinni kom buffét-tíðin, har gestirnir fingu nakrar flógvar rættir, ostar og nakrar dessertir. 

MC minnist sum smádrongur sunnudagarnar har døgurðin altíð var suppa, steik og dessert sum t.d. ananasfromasja ella trifli. Gerandisdagar var forrætturin upp ígjøgnum 80-ini mangan minestrone-suppa, tomatsuppa, ella húsmanssuppur sum t.d. blómkálssuppa. Høvuðsrætturin var ofta hakkibúffur, búff stroganoff, gullasj ella forlorin hara.

Kaffi á Hafnia var eitt ting í nógv ár. Áðrenn sjónvarp og internet fóru fólk ofta kaitúr um kvøldið, og nógv høvdu sum siðvenju at fara inn á Hafnia at fáa sær kaffi og eplakøku, sum í nógv ár var heimskend í Havn. Maria Dahl-Restorff, mamma MC og Johan, var við í virkseminum, og bakaði køkur heima á Hoyvíksvegnum, ið hava glett mangar gómar á Hafnia. 

Søgurnar á matstovuni og hotellinum eru nógvar. Vit hoyra ofta gestir greiða frá, at ein abbi, langomma ella kanska ein gubbi ella gumma hava starvast á Hafnia í gomlu døgum. 

Søgur frá gestum, ið høvdu Hafnia sum sítt annað heim eru nógvar, og enn tann dag í dag, siga gestir frá, tá teir í 60, 70 og 80-unum javnan gistu her, og høvdu eitt heilt serligt samband við Restorff familjuna. 

Myndirnar hjá navnframa Williami Smith prýða enn endaveggirnar í matstovuni. William var vinur av húsinum í nógv ár og besti vinur við Christian Dahl-Restorff.

Á Bistro 1. Hædd, sum matstovan eitur í dag, verður klassiski franski køkurin settur saman við norðurlendskum rávørum. Á Bistro 1. Hædd raðfesta vit gestablídni, tænastu og góðan mat í søguligum umhvørvi.

Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomin í nýggju matstovu okkara, har vit eru farin aftur í 60’ini við einum modernaðum twisti.